Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Venjarafelag Føroyar: Venjarafelag Føroyar (VFF) ynskir við hesum tíðindaskrivi at seta fokus á fótbólts-kappingina í vaksnu deildunumí Føroyum. Er verandi kappingarleistur nøktandi í mun til menning av føroyskum leikarum? Er talið og skipanin av liðum í bestu-og næstbestu deildunum hóskandi?

Tað, at bara eitt lið flutti upp úr 1. deild í fjør, og tað, at sannlíkt onki lið flytur upp í ár, meta vit í VFF er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.

Í 1988 var besta deildin hjá monnum í Føroyum víðkað úr 8 liðum upp í 10 lið. Og í 2005 var dystartalið hækkað úr 18 upp í 27 dystir í landskappingini. Gamaní hava ikki allir dystir verið líka spennandi og harvið gevandi fyri bæði liðini, men økta dystartalið og longda kappingartíðin hevur givið fleiri leikarum betri kropsligan førleika.

Broytingarnar í kappingini í 1988 og í 2005, metir VFF, hava haft positiv árin á føroyskan fótbólt, og framgongdin hevur verið eyðsýnd.

Karmarnir til at íðka fótbólt eru betraðir munandi seinnu árini. Graslíkisvallir, stór og góð innandura venjingarhølilr og umklæðingarrúm, betri vallarljós o.a. eru at finna nærum allastaðni.

Men eru fleiri sum íðka fótbólt í dag í mun til fyri 10-20 árum síðani?

Staðfestast kann, at feløgini eru færri nú, og harvið eru færri lið í vaksnu deildunum, og tað heldur VFF, vera eina keðiliga gongd.

Í løtuni er kappingin í næstbestu deildinihjá monnum mest millum feløg, sum hava lið í bestu deildini, og harvið lið, sum ikki kunnu flyta upp. Og tey feløg, sum hava sítt fremsta lið í næstbestu deildini, hava ikki neyðuga góðskuna til at kappast um uppflyting.

Ein avleiðing av hesum, metir VFF, er, at tey fremstu liðini í bestu deildini, hava breiðan leikarahóp, og harvið eru leikarar, sum eftir okkara áskoðan høvdu havt betur av at spælt við bestaliði í øðrum felagi. Tí tá tú leikar við næstbesta liði, er ikki sama fokus á úrslit, og samansetingin av leikarum er ofta óheppin.

Hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at menningin av leikarum í Føroyum ikki er optimal. VFF heldur, at eitt veruligt kjak eigur at vera um, hvussu vit skipa okkara fremstudeildir í fótbólti. Í løtuni er ivasamt, um menningin gongur rættan vegin.

Vit kenna øll argumentini, at jú fleiri vit eru, sum leika fótbólt, jú fleiri evnaligir leikarar koma burturúr og harvið hækkar støði í landskappingin og á landsliðum. Men hetta nýtist ikki at vera so. Tað kann vera meira avgerandi í hvørjum umhvørvi og á hvørjum fremsta liði, tú luttekur í, heldur enn at luttaka á næstbesta liði.

Á kvinnusíðuni í løtuni er avbjóðingin at fáa fleiri at leika fótbólt. VFF metir, at tá talið av leikarum/feløgum er økt og harvið fleiri møguleikar at fyriskipa kappingina, tá er grundarlag fyri kjaki um, hvussu deildirnar á kvinnusíðuni skulu verða skipaðar frameftir.

VFF vónar, at fótbólts-Føroyar tekur væl ímóti hesum tíðindaskrivi og ynskir at føra eitt gott og uppbyggjandi kjak um evnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo