Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Vinna

Seint seinnapartin í gjár bórust tíðindini um at Hey kemur á føroyskar hendur og eftir ætlan leggur saman við Nema. Nýggi meirluta eigarin í Hey og samanlagda felagnum er P/F Tjaldur.

Rúnar Reistrup, komandi nevndarformaður í samanlagda felagnum, sigur í viðmerking við VP at ætlanin við samanleggingini er at skapa ein sterkan spælara á føroyska KT og telemarknaðinum, sum kann veksa útum landoddarnar.

- Føroyum tørvar fleiri KT fyritøkur og ikki minst fleiri sterkar KT fyritøkur, sum eisini kunnu útflyta sínar tænastur út um føroyska marknaðin.

- KT vinnan í høgt útbúnu londunum kring okkum skapar nógv vitanartung og væl lønt størv, og heimsmarknaðurin fyri nýggjum og betri KT-skipanum er nærum ómettiligur.

- Tí er upplagt at vit í Føroyum satsa nógv meira upp á hesa vinnu, sum í veruleikanum hvørki hevur tilfeingis- ella landafrøðiligar avmarkingar og tí hevur at kalla óavmarkað vakstrarpotentiali, sigur Rúnar Reistrup.

Samanleggingin millum Hey og Nema er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum, og um góðkenning verður givin, fer nýggja samanlagda felagið í fyrstuni at hugsavna seg um føroyska marknaðin. Men stratesjiin hjá felagnum peikar longur fram.

- Vit skulu vera leiðandi á føroyska marknaðinum og gera okkum ómak at gera so mikið góðar loysnir til føroyska marknaðin at tær verða eftirspurdar uttanlands og kunnu standa seg í kappingini við útlendskar veitarar, sigur Rúnar Reistrup, komandi nevndarformaður í samanlagda KT og telefelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo