Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Týsdagin stendur Europa League lutakast á skránni.

Frá einum føroyskum sjónarhorni er lutakastið spennandi, av tí at KÍ er ímillum liðini, sum er við í lutakastinum.

Hetta eru liðini, sum KÍ kann koma at hitta:

Birkirkara (Malta)
FK Trakai (Litava)
Europa FC (Gibraltar)
Folgore (San Marino)
Bala Town (Wales)
Gzira United (Malta)

Við Norðlýsið sigur Mikkjal Thomassen, at Folgore úr San Marino er best møguliga lutakastið.

Hann heldur víðari fyri, at Bala Town og Trakai eru nokk tey sterkastu liðini, meðan hini so liggja onkustaðni ímillum.

Dystirnir hjá KÍ verða leiktir tann 28. juni og 5. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo