Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Ósunnur lívsstílur er ein av orsøkunum til, at sálarsjúk fólk liva 15 -20 ár styttri enn onnur, sigur nýggj frágreiðing.

- Royking, rúsdrekka, stórt brúk av heiligvági og lítil ella ongin rørsla eyðkennir lívsstílin hjá nógvum fólkum sum eru sálarsjúk. Hartil kemur, at tey eru sein at leita sær læknahjálp, og tá tey endiliga koma til læknan kemur ikki tað sama burturúr konsultatiónini sum hjá øðrum, stendur millum annað at lesa í nýggju frágreiðingini, sum er úrslit av eini granskingarverkætlan.

74 fólk sum hildu til á fýra ymsum heimum fyri sálarsjúk í Keypmannahavn vórðu kannað regluliga yvir eitt fýra ára tíðarskeið.

Hjá næstan øllum - 92 prosentum - vóru sjúkur ella sjúkueyðkenni funnin sum kravdu viðgerð, og í fleiri førum vórðu tey kannaðu innløgd alt fyri eitt.

Nils Rokkjær, lækni, hevur gjørt kanningina sum fakliga tíðarritið Nordic Journal of Psychiatry prentar.

Hann skjýtur upp, at heilsukanningar av sálarsjúkum verða gjørdar til ein fastan tátt.

- Eg vil ikki siga nakað ringt um tey sum eru um tey sálarsjúku á ymsu heimunum. Men vit koma ikki uttanum, at flestu starvsfólkini hava pedagogiska útbúgving og ikki læknafrøðiliga. Og tað kann vera ein partur av trupulleikanum, sigur hann. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo