Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Politikkur

Ein hin fyrsta viðmerking, eg fekk í valstríðnum, var, at Fólkaflokkurin er ‘anti-liberalistiskur’.

Løgin viðmerking, tí ‘liberalisma’ er teoretiskt heiti, skapt av Adam Smith, sum einki land nakrantíð hevur praktiserað.

Hinvegin merkir orðið ‘liberal’ (úr latíni ‘liber’) frí/frælslyntur.

Sambandið sigst vera liberalt, men stendur fyri tí øvuta, tá um tjóðarfrælsi ræður.

Framsókn roynur at føra seg fram sum ‘liberalistiskt alternativ’.

Løgið, at henda merkisverda kampanjan tykist hava eydnast, mest við hjálp frá fjølmiðlum.

Sum borgarligur og frælslyntur løgfrøðingur kann eg als ikki góðtaka at verða kallaður ‘anti-liberalistiskur’.

Okkara samfelagsskipan hvílir á, at øll menniskju eru fræls og líka fyri lógini.

Okkara rættarskipan, grundlóg og aðrar lógir skula verja okkum móti órættvísum inntrivum frá tí almenna og øðrum borgarum.

Almenna valdið skal avmarkast mest møguligt.

Okkara frælsi skal tó ikki skaða onnur, og tí er persónliga frælsi sjálvsagt ikki uttan avmarkingar.

Okkara rættarskipan ásetur, at vit skula hjálpa hvørjum øðrum og lyfta í felag.

Framsókn hevur onki av hesum eyðkennum.

Seinastu fýra árini hevur hesin flokkur nevniliga stuðlað tí mest vinstravendu samgongu síðan 1948.

Hetta hevur onki við frílyndi at gera.

Fólkaflokkurin er sambært stevnuskránni ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur.

Vit leggja dent á sjálvræði hjá tí einstaka og styrkina í felagsskapinum millum menniskju.

Vit føra frílyntan búskaparpolitikk og byggja á vesturlendsk lívsvirði.

Christian Andreasen
valevni Fólkafloksin til Fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo