Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Fyri fyrstu ferð í 20 ár er Fólkaflokkurin farin at tosa um ein suverenan føroyskan stat. Men tað meinar hann onki við, tí hann arbeiðir ikki fyri hesum máli.

Mong minnast framvegis, at flokkurin tók ikki undir við føroyskari stjórnarskipan, og at eitt av hansara valevnum, Christian Andreasen, trampaði stjórnarskipanina í stumpar.

M.a. skivaði hann í hoyringssvari til løgmann í august 2017:

"Veruleikin er, at Føroyar undir núverandi umstøðum als ikki hava nakran tørv á eini nýggjari stjórnarskipan. Lat tað verða sligið fast, at Føroyar framvegis eru partur av danska kongaríkinum, og at danska grundlógin framvegis er galdandi fyri Føroyar."

Við rungandi hurrárópum fyri donskum statsrætti helt advokaturin fram:

"Í grein-1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt millum annað, at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki. Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark."

So kann tað ikki sigast sambandskari. Fólkaflokkurin verjir danskan statsrætt í Føroyum og heldur ikki, at evsta vald her á landi er hjá Føroya fólki.

Tú sært fyri teir, at ein av gørpunum á A-liðnum endar í samráðing við danskar myndugleikar um t.d. føroyska stjórnarskipan og víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir.

Teir pippa eina løtu um føroysk rættindi, men boygna so og hopa eftir hæli til tað, teir veruliga meina: At evsta vald í Føroyum hevur Danmark.

Neyðugt er tí at savnast um at seta eina frælsa rødd á E-liðnum á fólkating!

Eins og katalanar sunnudagin savnaðust um at seta fyrrverandi forseta sín, hin borgarliga Puigdemont, inn í ES-tingið.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo