Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaflokkurin sigur í valskránni ja til at hjálpa flóttafólki.

Vit halda samstundis, at besta hjálpin til flóttafólkini er, at tey fáa hjálp á staðnum.

Tað er ikki rætt at taka flóttafólk til Føroya, tí vit hava ikki umstøður at taka ímóti flóttafólkum.

Tilflytarar kostaðu danska statinum um 30 milliardir krónur, vísa seinastu tølini frá danska Fíggjarmálaráðnum, og lutfalsliga svarar hetta til, at tað hevði kostað føroyska landskassanum knappar 300 milliónir krónur.

Ein peningalig hjálp til flóttafólk á staðnum røkkur tí nógv longri enn at flyta nøkur fá flóttafólk til Føroya.

Fólkaflokkurin eigur at medvirka til, at játtanin til hesa hjálp verður økt.

Fólkaflokkurin er ikki ímóti, at útlendingar koma til Føroya.

Allir útlendingar skula kenna seg væl í Føroyum, ferðafólk eru vælkomin og allir útlendingar, sum leita sær starv í Føroyum, eru eisini vælkomnir.

Vit eiga samstundis at yvirtaka útlendingaøkið, soleiðis at vit sjálv hava málsræði á hesum øki.

Christian Andreasen,
Valevni  Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo