Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaskúlin er grundarlagið undir teimum seinnu skúlaárunum á miðnámi og á hægri lestri hjá okkara børnum og ungdómi.

Tí hava tey fyrstu 9 -10 skúlaárini ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina hjá komandi ættarliðum, sum í roynd og veru eru framtíðin hjá øllum samfelagnum. 

Sambært Mentamálaráðnum er uppgáva fólkaskúlans ”at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini”. 

Eg ivist onga løtu í, at okkara dugnaligu lærarar kring landið dagliga arbeiða eftir hesi áseting. Men spurningurin, sum vit eiga at seta okkum, er, um almennu politisku karmarnir kring fólkaskúlan liva upp til hesi mál í dag.

Tá eg spyrji lærarar, hvørjar avbjóðingar eru tær størstu hjá fólkaskúlanum í dag, so svara flest allir:

“Tað er, at tímajáttanin verður skerd og skerd.”

Fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á skúlar og lærarar, uttan at tímajáttanin økist samsvarandi. 

Somu niðurstøðuna hevði nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag í eini grein í Sosialinum í mars mánaði, har hann segði, at lærarar eftir trýsti frá Mentamálaráðnum vóru noyddir atundirvísa tveir til tríggjar tímar ov nógv um vikuna. 

Úrslitið var sambært formanninum, at lærarar í dag hava tilsvarandi minni tíð til annað virksemi, sum ikki beinleiðis er undirvísing.

Slíkt virksemi er m.a. samstarv við aðrar lærarar, samtalur við foreldur, uppgávurætting, setursskúlar og skeið.

Víst var eisini á eina góða loysn at fáa hesar mistu tímarnar aftur. Tað var at skerja eitt sindur í undirvísingartímunum hjá næmingunum, sum lærarar síðani fáa til sína “egintíð”.

Hetta átti at verið møguligt, tá fólkaskúlalærarar í dag undirvísa meira enn lærarar í skúlum uttanlands. Hetta vil ikki lækkað góðskuna á undirvísingini – heldur hinvegin.

Vit eiga at lurta eftir slíkum frágreiðingum frá Føroya Lærarafelag og gera alt, vit kunnu, fyri at fáa fólkaskúlan aftur á beint, tá talan er um undirvísingartímar. 

Verði eg valdur á Føroya Løgting, vil eg virka fyri, at fólkaskúlin verður endurskoðaður, og karmarnir nútímansgjørdir og betraðir.

Soleiðis kann tann góði fólkaskúlin gerast enn betri í framtíðini.

Hetta vil gagna okkara børnum og lærarum, og hetta vil gagna føroyska samfelagnum.

Birgir Nielsen,
Valevni hjá Fòlkaflokkinum til komandi løgtingsval

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo