Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mai 2018 – 1. mai 2019.

Tað kemur av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 566, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 71 størri, og nettotilflytingin 20 minni. Tí verður fólkavøksturin 51 fólk fleiri.

Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 519 fleiri mannfólk hetta ársskeiðið, svarandi til ein vøkstur á 2,0% og 341 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.

Størsti vøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Streymoy, Eysturoy og í Vágum. Lutfalsliga størstur í Eysturoy við 2,8%.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er  vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Men meðan tilflytingin blívur við at vaksa og er nú um 1.800 fólk árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og liggur á sama støði við umleið 1.200 fólkum sum undanfarnu 4 árini, sum sæst á myndini niðanfyri.

Samanlagda úrslitið av størri tilflyting og minni fráflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og at hon hesi síðstu tvey árini er methøg í tali. Í prosentum var hon eitt vet størri um aldarskifti, tá nógv fólk fluttu heimaftur eftir hópfráflytingina og stóra minking í fólkatalinum í kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-unum.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 450 vend til eina positiva nettoflyting upp á 566 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo