Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Hagstovan: Tann 1. desembur í fjør var fólkatalið 52.067 og vaks sostatt við 807 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. des. 2018 til 1. des. 2019.

Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%.

Hetta kemur av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Hesar síðstu mánaðirnar vísir trendurin tó, at tilflytingin ikki er veksandi eins og frammanundan. Nakað tað sama sæst við føðitalinum, men broytingarnar eru so smáar, at ikki ber til at siga, um hesin trendurin heldur fram ella um tað broytist hinvegin aftur við næstu mánaðarligu uppgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo