Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

So verður enn einaferð skaptur óstabilitetur og ótryggleiki í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni - politiski sjónleikurin heldur fram. Hesaferð slær politiska pendulið heilt aftur til fiskivinnulóggávuna frá 1994/1996, og hesaferð skal lóggávan gerast á ein slíkan hátt, at ikki vendist aftur til at broyta bulin í fiskivinnuskipanini, nevnliga umsitingina av fiskiveiðiloyvunum og hvussu hesi veiðiloyvi kunnu býtast út til nøkur fá samtøk og fiskifør. Vanlukkuliga, so verður nú lagt upp til eina privatisering av fiskivinnuni og tess milliarda virðum og sum er ogn Føroya fólks.

Eftir at hava hugt samgonguskjalið í gjøgnum um fiskivinnumál og hoyrt, hvat er komið fram alment í fjølmiðlunum, so eru ein røð av týdningarmiklum viðurskiftum, sum als ikki eru við ella sum eru sera ógreið í einari komandi fiskivinnulóggávu.

Tað vísir seg eisini, at søgan endurtekur seg við at skunda hetta lógarverkið um sjófeingi í gjøgnum, eins og gjørt varð við forskattingini av pensjónum - hetta skulu skundast ígjøgnum, soleiðis at fólk hvørki vistu, hvat hetta handlaði um í veruleikanum ella skuldu kunna seta spurningarteknin við, hvat hendi.

Tikin verða her nøkur týðandi dømi úr rúgvuni um fyriliggjandi politisku ætlanir á fiskivinnuøkinum.

Uppsagnartíðin er sett til 10 ár frá verandi 8 árum, og nú verður talan um rullandi loyvi, t.v.s. tú fær eitt loyvi og síðan kanst tú eftir 7-8 árum søkja um at fáa loyvi longt - og tað verður mest sum ein avgreiðsluspurningur um at halda fram rullandi í 10 ár ágangin.

Tað er heldur ikki nágreinað, nær og í hvørjum føri rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan at landið skal rinda endurgjald.

Menningarkvotur og uppboðssøla verða nú koyrd í ein pott og helvtin av øllum luta út sum varandi loyvir og til verandi stóru aktørar.

Í núverandi skipan og við verandi nøgdum til menningarkvotur og uppboðssølu, ber til hjá nýggjum aktørum at royna seg í fiskivinnuni, herundir tilføra innovatión. Dømini runt um í landinum eru fleiri, har menn hava gjørt íløgur í skip og virki á hesum grundarlag. Við nýggja uppskotinum um royndarkvotur (og ikki menningarkvotur og uppboðssøla) verður grundarlagið tikið undan øllum hesum, soleiðis at tað, sum verður eftir av fiskanøgdum til royndarfiskiskap, er ikki vert at fara eftir við stórum íløgum í fiskifør - kann bara eins væl seljast víðari til onkran annan, sum longu hevur fiskifar. Harvið fáa vit aftur eina lukkaða fiskivinnuskipan, har ongir nýggir aktørar nakrantíð sleppa framat, men heldur at teir somu stóru aktørararnir í skipanini fara at handla innanhýsis.

Í verandi lóggávu verður nógv gjørt burturúr at hava eitt endamál við fiskivinnulóggávuni, eitt nú um búskaparliga-, lívfrøðiliga og sosiala burðardygd (týdning fyri marknaðin at vita), um at skapa vinnuligt virksemi kring alt landið o.a. Hetta verður eftir øllum at døma lítil og ongin dentur lagdur á.

Tað hongur eisini í leysari luft, hvussu tilfeingisgjøld skulu ásetast, og skatting av sølu av veiðiloyvum er heldur ikki avgjørd. Spurningurin er eisini, hvat landskassin fer at missa í inntøkum, nú uppboðssølan verður avtikin - hvussu skal hetta kompenserast við tilfeingisgjøldum o.a. Hetta verður gjørt samstundis sum samgongan vil hava Føroyar til eitt samfelag í serflokki - hvar skulu nú pengarnar til hetta koma frá?

Samanumtikið kann sigast, at við ætlanunum á fiskivinnuøkinum, verður lagt upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi. Hendir tað, er talan um eina vanlukku fyri Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum koma at sita eftir við allari fiskivinnuni.

Virðini skulu nú býtast og avhendast til nøkur heilt fá ella 4 samtøk ella umleið 20 persónar, sum eiga umleið 90% av uppsjóvarrættindinum í dag, milliarda virðir - hetta er nakað, sum skríggjar til himmals av órættvísi og skapar varandi splid í samfelagnum.

Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til.

Gott um onkur er í samgonguni, sum kann benda fyriliggjandi ætlanir inn á at brúka vit og skil.

Sum formaðurin í Fólkaflokkinum segði við meg, áðrenn løgtingsvalið: Tit kunnu eiga løgmann, bara vit fáa politikkin.

Eivin H. Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo