Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Skúli

Skúlablaðið: Hvørja ítøkiliga ávirkan foreldur hava sum foreldraumboð í skúlanum, veldst um, hvussu samstarvið er í einstaka skúlastýrinum.

- Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkin ymsu skúlastýrini eru. Summi skúlastýri eru sera virkin og eru sjónlig í arbeiðinum í skúlanum, meðan onnur eru ikki so virkin. Heim & skúli leggur upp til, at skúlastýrini gerast sjónligari og fáa meiri ávirkan á tað, sum hendir í skúlanum. Virknari skúlastýrini eru, betri møguleika hava foreldraumboðini at fáa innlit í, hvat hendir í skúlanum. Hava tey ikki hetta innlitið, hava tey heldur ikki møguleikan at gera seg galdandi, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi & skúla.

Til várs hevur Heim & skúli ætlanir um at skipa fyri einum felagstiltaki fyri foreldraumboðini kring landið; endamálið er at varpa ljós á dentin av góðum samstarvi, og hvussu ymiskt skúlastýrini leggja dent á tað grundleggjandi samstarvið í skúlanum, millum foreldravaldu umboðini og skúlan.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo