Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

- Tað, sum eyðkennir nýskipanirnar hjá landsstýrinum í síni heild, er, at tær fram um alt annað eru ætlaðar at styrkja haldførið hjá landskassanum. Hinvegin hava tær í flestu førum negativa fíggjarliga ávirkan á kommunala geiran. Tað eigur at vera landsstýri og løgtingi púra greitt, at haldførið í samlaða búskapinum ikki verður styrkt við, at útreiðslur ella inntøkur verða fluttar úr einum almennum kassa í ein annan.

Tað segði formaðurin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, tá hann fríggjadagin las upp ársfrágreiðingina hjá felagnum á aðalfundinum.

Formaðurin var atfinningarsamur mótvegis landsstýrinum, sum hann segði bert hugsaði um at styrkja haldførið hjá landskassanum, samstundis sum at allar nýskipanir hjá landsstýrinum máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

Samstundis ásannaði hann, at neyðugt er, at land og kommunur í størri mun samstarva um tær avbjóðingar, sum føroyska samfelagið fer at hava komandi árini.

Øll frágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo