Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Kringvarpið sendir í kvøld beinleiðis frá formanskjaki á árliga fiskivinnutinginum í Klaksvík. Myndin er frá kjakinum fyrraárið. Mynd: © KvF

Kringvarpið: Formanskjak beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. Hvussu hava menningarkvoturnar riggað? Koma fiskidagar ístaðin fyri kvotur? Hvørjar broytingar fara at verða í fiskivinnuni eftir løgtingsvalið?

Millum annað hetta verður kjakast um á árliga Fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík. Kjakið verður sent beinleiðis úr skúlanum á Skúlatrøð. Áhoyrarar hava eisini møgulleika at seta spurningar.

Fiskivinnutingið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum mikukvøldið klokkan 19. Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Beinta Løwe.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo