Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Skúli

Í heyst skipaði Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli fyri forritanarskeiði fyri børn og ung.

Endamálið við skeiðinum var at kveikja áhugan fyri forritan, vísa á møguleikarnar og menna grundleggjandi førleikarnar at forrita.

Ólavur Ellefsen frá Tökni, Eyðun Eli Jacobsen frá Klintra og Píl Reinert frá Føroya TELE vóru skeiðsleiðarar hesu ferð, og við vóru 19 næmingar í aldrinum 9 til 15  ár. Skeiðið var 2 tímar um vikuna í 10 vikur, og næmingarnir lærdu at forrita bæði á teldu og á pappíri.

Á teldunum royndu næmingarnir seg í fyrstu atløgu inni á code.org, og seinni var farið víðari til onnur forritanarlæringsamboð, har høvi millum annað var at gera síni egnu telduspøl. Forritanarmálini Blockly, Javascript og Python vóru brúkt.

Ungu forritararnir vóru spentir og hugagóðir, og skeiðið var sera væl eydnað.

Eitt eyka úrslit var, at KT-felagið í desember tók stig til at skipa fyri einum væleydnaðum #rita1tíma tiltaki í 3.-6. flokki á ymiskum skúlum í Havn. KT-felagið, ið er felagið hjá KT-fyritøkunum í Føroyum, ætlar, at øll skulu #rita1tíma í 2017 og soleiðis fáa innlit í og áhuga fyri forritan.

Næsta forritanarskeiðið hjá kvøldskúlanum er ikki sett á skrá enn, men vónandi verður tað skjótt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo