Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Løgmaður nart ikki við ríkisrættarligu støðuna í ólavsøkurøðuni, men í fylgiskjølunum er ein partur um uttanríkisviðurskiftini hjá Føroyum.

Har verður greitt frá, at Føroyum tørvar víðari uttanríksipolitiskar heimildir, og at ein felags føroyskur-danskur bólkur hevur arbeitt við málinum.

Men onki er komið burtur úr arbeiðinum at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina saman við donsku umsitingini.

Tí danir tulka grundlógina soleiðis, at Danmark er ein eindarstatur við einum yvirvaldi – donsku stjórnini – og tí má heimastýrið Føroyar liva við avmarkaðu kørmunum í heimildarlógini frá 2005 – og altjóða spjaldrinum “Danmark for så vidt angår Færøerne”.

Hetta er sama niðurstøða, sum danskir ráðharrar áhaldandi hava borið fram  í fólkatinginum seinastu fýra árini.

Í fylgiskjalinum er niðurstøðan tí, at forðar danska grundlógin Føroyum í at fáa rúmari ræsur at røkja síni áhugamál við onnur lond, er tíðin komin til at nýskipa viðurskiftini millum londini í einum nýggjum javnbjóðis felagsskapi.

Hesum eri eg púra samdur i, tí veruleikin er, at vit hava ikki somu áhugamál, síðan Danmark fór upp í ES.

VERJA EGIN ÁHUGAMÁL
Okkara vælferð byggir í stóran mun á evnini at verja og vaksa um atgongdina til tilfeingið og síðan at sleppa fram at marknaðum, sum vilja gjalda fyri vøruna, vit fáa burturúr.

Hesi áhugamál kann Danmark ikki røkja treytaleyst, tí báðar lutir hevur landið avreitt til Bruxelles at umsita. Tað eru tí bara føroyingar, sum altíð seta føroysk áhugamál fremst.

Tað er púra natúrligt, at vit nú stíga upp úr undirskipaðu støðuni sum heimastýri í danska eindarstatinum og fáa í lag nýggjan samstarvssáttmála millum javntsettar tjóðir, tí Føroyar hava brúk fyri teimum amboðum, sum sjálvstøðug lond hava til at verja og menna síni áhugamál.

Vit skulu hava ræðið á uttanríkispolitiskum málum og brúka okkara geopolitisku støðu til at fremja okkara áhugamál – serliga viðvíkjandi fiskiveiðirættindum og handilssamstørvum. Tað forðar ikki fyri, at vit kunnu samstarva við Danmark um onnur mál, sum kunnu verða báðum londum til fyrimunar.

LØTAN TANN RÆTTA
Nøkur formlig forðing er ikki fyri tílíkari tilgongd, tí tað var ein tílíkur fullveldissáttmáli, ið javnsetti Ísland við aðrar tjóðir, sum Danmark og Ísland skrivaðu undir í 1918.

Vit eru nógv betri fyri búskaparliga, vinnuliga, sosialt og útbúgvingarliga, enn íslendingar vóru tá. Og úti í heimi – eisini í Danmark - hava tey langt síðan fatað, hvønn veg tað gongur. Tey síggja, hvussu nógv Føryar hava ment seg á øllum møguligum økjum.

Initiativið til politiska nýskipan millum londini má koma úr Føroyum, tí danir vilja gjarna vera eitt arktiskt stórveldi og spæla sær ongi kort av hondum uttan so, at krav kemur úr Føroyum.

Men skilti eg formannin í Sambandsflokkin rætt í gjár, so tekur eisini hann undir við at nýskipa viðurskiftini, so Føroyar fáa ræðið á uttanríkispolitikkinum.

Tað boðar frá goðum, so kanska eru vit komin hagar, at tað ikki longur er ein spurningur, um amerikanski forsetin bankar uppá í Havn ella Keypmannahavn, men nær hann fer at banka uppá í Tinganesi!

Magni Arge, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo