List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hósdagin kemur forsetin í UEFA, Aleksander Čeferin, á vitjan í Føroyum.

Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing frá FSF.

Vitjanin er stutt, tí forsetin fer av aftur landinum longu hósdagin seinnapart.

Aleksander Čeferin vitjar FSF, har hann fær eina frágreiðing um virksemið hjá føroyska fótbótlssambandinum. Eisini fær hann eina kunning um útbyggingina av Tórsvølli, sum í stóran mun er og verður fíggjað við stuðuli frá UEFA.

UEFA-forsetin fer eisini undir vitjanini at hitta Aksel V Johannesen, løgmann, og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu.

Aleksander Čeferin var valdur forseti í UEFA í 2016 eftir at Platini noyddist at leggja frá sær, tá ið tað kom fram, at Platini hevði fingið útgoldið stórar peningaupphæddir frá FIFA í 2011.

Forsetaval verður aftur í UEFA komandi ár. Føroyar stuðla saman við hinum norðurlondunum afturvali av sitandi forseta í UEFA.

- Vit eru sera fegin um hesa vitjan. Hettar er aðru ferð, at ein forseti í UEFA vitjar Føroyar. Vitjanin hevur stóran týdning fyri okkum, tí hon gevur okkum høvi at greiða beinleiðis frá okkara støðu sum limaland og hvørji ynski vit hava í hesum sambandi, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, í stuttari viðmerking við VP. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo