Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Tað smakkar óivað fíggjarmálaráðfrúuni illa, men í fesku búskaparfrágreiðingini hjá Vinnuhúsinum verður tað staðfest svart upp á hvítt:

Uttan forskattingina av pensjónsgjøldunum hevði sitandi samgonga havt blóðreyð tøl á botnlinjuni.

Uttan framskundaðu inntøkurnar frá pensjónsinngjøldunum høvdu almennu kassarnir havt eitt samanlagt hall á 762 mió. kr. árini 2015-2019 - sí mynd niðanfyri.

Sum Vinnuhúsið so beinrakið staðfestir í frágreiðingini:

”Hetta er veruleikin í allarbestu tíðum, sum eru søguliga góðar fyri føroyska búskapin.”

Stundin er komin at fáa eitt stjórnarskifti, har ábyrgarfull fíggjarstýring aftur kemur í hásæti.

Bólgnandi almennu útreiðslurnar og vanstýring av stórum almennum byggiverkætlanum má fáa ein enda.

Christian Andreasen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo