Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Summar Festivalurin 2019 verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Fyrsti Summar Festivalurin varð í 2004, og síðani hevur festivalurin vaksið seg til landsins størsta tónleikatiltak. Summar Festivalurin næsta ár er tann sekstandi í røðini.

Gjøgnum árini hava altjóða stórnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Lukas Graham, Twisted Sister og Ronan Keating spælt á Vágsbø.

Forsølan til Summar Festivalin er byrjað, og fyrstu tíðina verða atgongumerki seld fyri serligan prís á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo