Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í kvøld tann 13. juni verður dystur millum Nes og Runavíkar kommunu á vøllinum við Løkin.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí í fjør vann liðið hjá Nes kommunu í tøttum dysti, har annars Runavíkar kommuna eigur flestu sigrarnar.

Torbjørn Jacobsen hevur í telduposti til starvsfólkið, boðað frá, at nú skal liðið hjá Runavíkar kommunu vera betri enn í fjør. Sum skilst hevur liðið verið á venjingarlegu úti í Svínoy.

Dysturin verður á vøllinum við Løkin, hóskvøldið 13. juni. kl. 18.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo