Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Heimafriður: Larmandi skipið í Kaldbak, liggur nú í Ánunum – Klaksvíkar Havn.

Í morgun kl: 08.00 loysti skipið Arctica endiliga frá bryggju á Sundi. Men gleðin vardi ikki leingi, tí skipið hevði kós ímótið Klaksvík at órógva borgarar í Ánunum í staðin.

Felagið hevur longu mótikið klagur frá borgarum í Ánunum, sum ikki fáa heimafrið.

Spyrjandi um hví skipið liggur við kei, er svarið: ”skipið bíðar eftir fiskiloyvi” (- Tórshavnar Havn). "Bíðar eftir sild" (- Klaksvíkar Havn)

Uttan mun til, hvat skipið bíðar eftir, so mugu vit ásanna, at her hjá okkum fáa útlendsk skip loyvi at dálka okkara náttúru og órrógva heimafriðin hjá okkara borgarum, ímeðan skipini bíða eftir at fiska til egnan profit.

Tað er einki markvirði fyri, hvussu nógv skipini kunnu larma ella hvussu leingi tey kunnu liggja við egnum ljósmotorum við kei.

Taparin er føroyingurin og føroyska náttúran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo