Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Undirritaði og limir í Eysturoyar- og Streymoyar sjálvstýrisfelag og umboð fyri Suðuroyar og Vágar, skulu hervið boða frá, at tað ikki er rætt, tá ið alment verður sagt, at Magni Laksáfoss ikki sleppur í Sjálvstýri.

Heldur ikki er tað rætt, tá ið sagt verður, at Landsnevndin við rímiliga greiðum meiriluta avgjørdi at nokta Magna Laksáfoss at gerast limur í Sjálvstýri.

Í hesum sambandi skal verða lagdur dentur á, at Magni Laksáfoss hvørki hevur biðið ella søkt um at gerast limur í Sjálvstýri, so Landsnevndin varð bert kunnað um møguligan limaskap í flokkinum.

Eingin avgerð var tikin í Landsnevndini um henda spurning.

Annars kunna øll sum taka undir við stevnuskrá floksins gerast limur í flokkinum.

Rógvi Fossádal
Landsnevndarformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo