Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Í døgunum 11.- 21. september vitjaðu 17 Sangarar í Suðurgrønlandi í Qaqortoq (Julianehåb) og í bygdunum har um vegir. Tey sungu og hildu møtir saman við trúboðarunum Páll Poulsen, Óla Steinberg, og Hans Sivertsen. Hesir hava bæði vitjað og búð í Grønlandi í mong ár.

Komandi mikukvøld 4. november kl. 20, verður frágreiðing í Betesda frá túrinum, har vístar verða myndir, sum Steinvør Fonn, tók av vøkru náttúruni, frá siglingartúrum við “Juvel II” og møtum bæði í Qaqortoq og øðrum bygdum.

Kórið steðgaði eisini ein sunnudag í Reykjavík, sungið varð í “Filadelfia” og í “Akurinn”, har Jógvan Purkhús virkar.

Óli Steinberg fer eisini at siga nakað um trúboðanarvirksemi í Grønlandi.

Felgassangur verður og 17 Sangarar syngja.

Kaffimuður verður aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo