Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Bøkur

Á Bókadøgunum var áhugavert tiltak við fyrilestri og pallborðskjaki sunnudagin 25. november 2018 kl. 15.00-16.00 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum Landsbókasavnið skipaði fyri. Landsstýrið og onnur áhugað fingu í hesum sambandi handað eina frágreiðing , sum Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk, hevur skrivað um støðuna á ljóðbókaøkinum í Føroyum í løtuni. 

Fyrilesturin og pallborðskjakið tóku útgangsstøði í frágreiðingini. Til ber at lesa frágreiðingina, umframt lurta eftir fyrilestrinum og pallborðskjakinum HER.

Fyrst helt Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk á Landsbókasavninum, fyrilestur við heitinum "Hví hava ljóðbøkur so stóran týdning - og hvat kann gerast á økinum framyvir?" sum upplegg til eftirfylgjandi pallborðskjak.

Frágreiðingin lýsir hvørjir ljóðbókabrúkararnir eru og teirra stóra ónøktaða tørv á ljóðbókum. Harumframt lýsir hon viðkomandi ivaspurningar, sum politiska skipanin má taka stig til at svara, um føroyska ljóðbókatænastan skal gerast tíðarhóskandi. Niðurstøðan í frágreiðingini inniheldur nøkur ítøkilig tilmæli til, hvat politiska skipanin kann fara undir at gera her og nú - og framyvir. Tað var hetta, sum pallborðsluttakararnir umrøddu.

Eftir kjakið kundu øll, sum ynsktu tað, ogna sær eitt eintak av frágreiðingini.

Hesi luttóku í pallborðskjakinum:

- Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum

- Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevnd Løgtingsins

- Magnus Rasmussen, varalimur fyri Bjørn Kalsø í Mentanarnevnd Løgtingsins

- Annita á Fríðriksmørk, fyri Katrin Kallsberg, forkvinnu í Trivnaðarnevnd Løgtingsins

- Karin Kass, stjóri í Sjóndeplinum

- Tórun Sumberg, blindur ljóðbókabrúkari og forkvinna í Blindafelagnum

- Annika Katrin Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum fekk forfall

Sissal Kampmann, høvundur og útvarpsfólk var orðstýrari.

Elin Brimheim Heinesen helt fyrilestur við útgangsstøði í frágreiðingini um ljóðbøkur.  

HEINTA NIÐUR FRÁGREIÐING

OG FALDARA UM LJÓÐBØKUR HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo