Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Looknorth søkir eftir formanni til framleiðsluna a virkinum.

• Tú fært ábyrgd av at skipa dagliga arbeiði, sum inniber at gera vaktarætlan, at menna og umsita   kunningarskipanina.

• Tú hevur ábyrgd av, at starvsfólkini hava kunnleika og førleikar til arbeiðsuppgávurnar og at upplæra nýggj starvsfólk.

• Tú skalt syrgja fyri, at trygdin á arbeiðsplássinum og góðskan á vøruni er í lagi. Tú hevur samstundis ábyrgd av viðlíkahaldið, og at virkið verður hildið reint og ruddiligt.

Vit vænta at tú
Hevur eitt lætt sinnilag, ja-ligan hugburð og dugir at stuðla og geva íblástur til starvsfólkini.

Tú skalt tola at arbeiða undir trýsti. Hevur evnir at inkludera og samskifta soleiðis, at starvsfólkini merkja, at tey eru við í øllum, ið fyriferst a virkinum.

Førleikar
Tað er ikki eitt krav, men kann vera fyrimunur um tú hevur útbúgving ella royndir við handverki, maskinum ella framleiðslu.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Umsóknir skulu sendast til: arni@looknorth.fo

Umsóknarfreist er 1. oktober 2019.

Meira fæst at vita um starvið við at senda ein t-post til:

arni@looknorth.fo ella við at ringja til Árna á telefon 758100.

Looknorth P/F í Klaksvík framleiðir vørður úr plasti. Í høvuðsheitum eru tvey sløg av framleiðslu: ein skúmplastframleiðsla, har vørur sum kassar, bjálving, flot o.a. verður framleitt, og ein harðplastframleiðsla, har vørur úr nógvum ymiskum tilfari verða framleiddar. Harðplastframleiðslan umfatar vørur so sum gonguristir til aliringar, bússningar, splittur til læsing av eygaboltum, kópakonur og m.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo