Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Mentamálaráðið bjóðar í tíðindaskrivi til framløgu av úrslitunum frá PISA 2015 kanningini. Framløgan verður týsdagin 6. desember kl. 10.00 í skeiðshølunum hjá Námi við Hoyvíksveg.

Skráin sær soleiðis út:

  • Mentamálaráðið bjóðar vælkomin
  • Frágreiðingin við úrslitunum av PISA 2015 verður løgd fram
  • Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fær handað frágreiðingina
  • Høvið verður at seta spurningar

Altjóða OECD verkætlanin PISA (Programme for International Students Assessment) kannar við trý ára millumbilum førleikar hjá 15-16 ára gomlum næmingum. Við skrivligum royndum verður kannað, um næmingarnir hava ognað sær vitan og førleikar, ið eru týðandi fyri at vera virknir borgarar í nútíðar samfelagnum. 

PISA kannar trý kjarnuøki: náttúrvísindi, støddfrøði og lesing. Høvuðsøkið í 2015 var náttúruvísindi, eins og tað var í 2006. 

Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar luttaka í altjóða PISA kanningini. Fyrstu ferð, Føroyar luttóku, var í 2006. Í flestu londum, sum luttaka, verður ein umboðandi partur av næmingunum í aldursbólkinum útvaldur til kanningina. Í smærri londum so sum Íslandi og Føroyum luttaka allir næmingar úr 9. flokki.

Almannakunngerðin av PISA 2015 úrslitunum verður samstundis í øllum londunum, sum luttaka í PISA kanningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo