At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við tiltakið Diversity Week verður framløga um eldramentan á Reinsarínum við Brennu frá Hawai og Rossari frá Tailandi, umframt Siri Helgadóttir Tórgarð, sum er integratiónssamskipari.

Tiltakið, sum er ókeypis, verður á Reinsarínum í morgin, hósdagin 4. oktober, millum kl 10 og 12.

Smakkiroyndir verða at fáa saman við kaffi og te. Tað ber til at melda til á 216627 ella í Tilhaldinum. Øll eru vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo