Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Havstovan: Á Vísindavøkuni 20, september 2019 vóru ein røð av framløgum hildnar í Kongshøll. Evnið fyri ársins Vísindavøku var arvur. Framløgurnar snúðu seg tí allar um arv - í allar víðastu merking – frá DNA og GPS til politikk, jarðfrøði, plast og víkingagravir.

KVF tók allar framløgurnar upp. Tær fara at vera sendar í Sjónvarpinum og eru eisini tøkar á KVF.fo

Fyrsta sendingin verður send í Sjónvarpinum týskvøldið 29. oktober kl. 19.25. Tað verður við Sjúrði Hammer, granskara á Umhvørvisstovuni, sum helt eina framløgu við heitinum: "Plastið í havinum kring Føroyar - hvar endar tað?"

Granskarar frá Havstovuni halda tveir av fyrilestrunum. Karin Margretha H. Larsen heldur fyrilestur við heitinum: “Gott er at kenna hitan av hondum, sum sleptu” – 100 ára gamlar hitamátingar. Petur Steingrund heldur, vegan Ian Salter, fyrilestur við heitinum: “DNA-dyrging” – Ein øðrvísi kanning av vistskipanini. Nær hesir fyrilestrar verða vístir í sjónvarpinum er ikki greitt enn, men tað ber sum fyrr nevnt til at síggja teir longu nú á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo