Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Í vikuskiftinum frættist, at Framsókn hevði havt landsfund.

Spennandi var at frætta, hvat hesin alternativi flokkur boðaði frá, nú hann skjótt 2 ár hevur sitið við valdinum.

Flokkurin, ið skuldi “røra í grýtuni”, byggja brýr og byggja tíðarhóskandi samfelag og annað orðaskreyt – men sum kortini bara hevur víst seg vera oyralifr. 

Tí hvat fingu vit so? Jú, flokk sum bleiv álitið hjá mest kollektivistisku samgonguni síðani sosialistiska landsstýrið í áttatiárunum - hon sum koyrdi landið á húsagang.

Vit fingu samgongu, sum undan valinum skuldi rulla samfelagið aftur til 2011, men síðani er lopin frá øllum teimum lyftunum, og sum ístaðin rósar sær av framgongdini, ið tey ongan lut eiga í.

At “røra í grýtuni” vísti seg ístaðin at vera ætlan at kollrenna høvuðsvinnurnar og so annars at flyta útreiðslur av fíggjarlógini til løntakarar og vinnu at rinda við hækkandi gjøldum fyri at kamuflera gallopperandi almennan vøkstur, har skurðurin í fólkapensiónini man vera tann mest eyðsýnda kreativa flytingin um, hvussu kamuflasjan verður gjøgnumførd.  

Í miðlunum boðar formaðurin frá, “at avgerðirnar sum flokkurin í samgongu hevur tikið, samsvarar væl við tey virði, sum eru okkara. Vit eru verri enn so komin á mál, men vit eru á rættari kós.”

Eg meini tað!

Eisini varð avdúkað, at Framsókn ikki kann samstarva við Fólkaflokk, Samband, Miðflokk og Sjálvstýri, sum sambært tíðinda-polimikkinum í útvarpinum ikki vilja røra í somu grýtu sum Framsókn?

Serliga fekk Sambandið skuldina fyri at vera óálítandi, tí marknaðargrundaði fiskivinnureformurin hjá monopoul-listunum nú skvaggar í samgongubaljuni, tí summir samgongulimir eru ill-loyalir?

Altso, Framsóknar-alternativið, sum ikki er annað enn læntir fjaðrar, boðar nú alment frá, at sosialistiska samstarvið við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi gevur politikkinum hjá Framsókn rúmd og møguleika at røkka langt – og um hesi málini ikki verða rokkin, so hevur andstøðan og serliga Sambandið skuldina?

Hetta var so landsfundurin hjá Framsókn, sum í tíðindunum í vikuskiftinum mest av øllum minti um politiskt slitna aftursøgn.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo