Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Framsýningar

Leygardagin, 26. mai kl. 14:00, letur framsýning upp í Ribarhúsi við møðgunum, móðir og dóttir, Herdis Justesen og Juttu Linklett. Framsýningin verður opin til 7. juni.

Hetta verður ein áhugaverd framsýning, sum kanska vit ikki so ofta síggja her á landi.

Mamman, Herdis, bindur sjál í ymiskum litum, skapi og mynstri. Hetta er bæði til eldri og yngri kvinnur.

Dóttirin, Jutta Linklett,  teknar vakrar, lyndrandi, samfingnar tusjtekningar við einum snøggum, lívrunnum tusjblýanti. Hon er læknaskrivari, so anatomiin livir eisini undir hennara hond.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo