Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Framsýningin “Fólkið, Bókin, Landið” í Klaksvík 15.-22. nov.

Hetta er ein søgulig framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava skipað. 

Robert Wistrich, sáli, professari við lærda háskúlan í Jerúsalem hevur skrivað tekstin.

Framsýningin er bygd á eina granskingarverkætlan og gevur okkum  gott innlit í tað 3500-ára langa sambandið millum Jødafólkið og Halga Landið, líka frá bíbilska upprunanum í fornaldar kongaríkjum undir Dávidi og Sálomon, frá grundan Jerúsalems til Seinna Templið verður lagt oyðið, frá rómversku hertøku Judea til byrjan kristindómsins; frá krossferðunum til muslimskt ræði, frá útlegd til niðursetufólkið endurbygdi landið, frá samráðingar-ágrýtni og endurføðing av nýggju tjóðini, sum nærum varð týnd í Evropa í Seinna heimsbardaga  ... fram til at nýggi staturin Ísrael verður stovnaður og jødafólkið nú flytur aftur til land fedra teirra.

Framsýningin hevur verið sýnd í UNESCO-høvuðssætinum í París, í ST í New York, í Knesset í Jerúsalem, í Kongressini í Washington D.C., í Vatikaninum í Rom og aðrastaðni við.   

Framsýningin er ætlað almenninginum, men er eisini sera áhugaverd fyri skúlaflokkar, serliga framhaldsdeildum og hægri skúlum.

Tað er Vinafelagið Føroyar-Ísrael sum skipar fyri framsýningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo