At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Herfyri fekk ein ung genta úr Svøríki heimin at vakna. Hon hevði sett framtíðina á dagsskrá.

Komandi árini verður hennara boðskapur avgerandi í politikki.

Tann, sum ikki lurtar eftir henni, fær reyð oyru. Men hennara boðskapur er ikki nýggjur. Vit hava verið við.

Vit høvdu slogan sum “Havnin skal skína”. Eg var limur í NOAH, eg var í Tvind, tá teir bygdu fyrstu stóru vindmylluna í Danmark, og alt hetta hevur munað.

Vit fingu vatnorku í 50unum sum menningarhjálp úr USA, og tað hevur munað.

Vit hava sett vindmyllur upp nú, og tær muna. Vit eru ikki best í øllum heiminum, men vit eru álvarsliga við á orkuøkinum.

Helvtin av allari orkuframleiðslu á landi er frá varandi orkukeldum.

Vit ofraðu tað vakra fyri tað neyðuga.

Vestmenningar mistu Fossá, tað gjørdu teir við stoltleika.

Tað er at gleðast um, at gransking fer fram um framtíðarorkuframleiðslu í Føroyum.

Vit hava enn trupulleikar av útláti frá skipum, vit hava trupulleikar frá larmi frá skipum. Hetta ber til at gera nakað við. Vit kunnu byrja nú. Byrja beint fyri tínum egnu durum.

Vit mugu vilja, og vit mugu skilja.

Magni Dalsgaard, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo