Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Hallið var 2,3 mió í 2017 og eisini 2018 fer at hava reyð tøl á botnlinjuni men næsta ár fer at standa upp og niður, sigur leiðslan.

Men her og nú eru týðandi óvissur tengdar at framtíð felagsins, sum hevur stórar avbjóðingar fyri framman, sigur grannskoðarin í síni niðurstøðu.

Tað er tungt at byrja nýtt virksemi, og Okkara hevur í fleiri umførum fingið fleiri pengar frá íleggjarum. Men glottar eru fyri framman, og hóast árið í fjør endaði við halli, so er úrslitið bøtt heilar 800 tkr í mun til árið frammanundan, fyrst og fremst tí salgið er vaksið.

Fíggjarstøðan javnvigar við 10,8 mió kr. Eginognin er minus 3,6 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo