Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Tað er framvegis stór bíðirøð at fáa tað vælumtókta fisk&tjips sum JFK-samtakið bjóðar á Sjómannadegnum.

Reiðarin Hanus Hansen, sigur stutt, at tað verður opið so leingi sum gestir eru, sum vilja hava, so talan verður helst um nakrar tímar afturat.

Hvussu nógvir rættir eru útflýggjaðir, er nakað tíðliga at siga enn, men tað plagar at liggja um fleiri túsund.

Sambært Hanusi Hansen, so hevur tað gingið nakað skjótari í ár við tað at kapasiteturin er øktur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo