Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Fyrrverandi UEFA-forsetin Michel Platini sigst vera handtikin í sambandi við kanningar av tillutingingini av fótbólts-HM til Katar.

Michel Platini var forseti í Evropeiska fótbóltssambandinum millum 2007 og 2015. Fyrrverandi franski stórleikarin sigst vera varðhaldsfongslaður í dag.

Sambært franska netstaðnum Mediapart er handtøkan í sambandi við kanningarnar av tillutingingini av fótbólts-HM til Katar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo