Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tikið verður mangan tikið til, at nú hyggja vit frameftir, ein góður tanki at eiga.

Beint nú hava vit eitt alment orðaskifti um, hvat samkomu- og kirkjuliga landskapið lærur og m.a billar sartum sálum inn, verður tað nevnt, um frelsu ella glatan.

Eitt arbeiði er gjørt fyri at kasta ljós á, í prosentum hvør ella hvar tey búleikast á oyggjunum, sum eru undir heitinum trúgvandi.

Men góðu landsmenn, tað átti samtíðis at verið okkum greitt, at her eiga vit í orðsins rætta týdningi, hyggja frameftir og fyrileggja okkum sjálvum viðvíkjandi, frelsu ella glatan, at enn ganga vit her, men fyri framman væntar avgerðin, sum ikki kann appellerast.

Høgra hond dómarans, sonur hansara, hevur verið ímillum okkum á jørð, tá læt hann orð falla um at: ”Tann, íð trýr á hann, verður ikki dømdur; tann, íð ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guðs.” (Jóhs. evg.3,18) 

Var gjørt her, sum við annarleiðis prosentkanningum í landinum, so vóru fólk innkallaði at viðgera úrslitini og gera metingar um úrslitið, eins og nú verður roynt ì Vágum og Eysturoynni, truppulleikin í hesum føri hevði bert veri fólk við kompitansa, at útinna arbeiði.

Tá íð norski professor Fr. Wisløf lá til tað seinasta, slapp ein tíðindamaður fram at legu hansara og vildi hava at vita, hvat hann nú fór at spyrja viðv. tí evni hann hevði vígt sítt lív til, nevniliga Jesus, tá íð hann kom heim.

Eins og altið kom stutt svar: Tá eru allir spurningar svaraðir, so einki verður meir at spyrja um.

Annars viðíkjandi óhugnaliga orðinu helviti.

Tosið mest snýr seg um, so framgongur orið t.d. fleiri ferðir í Matt. evg, har bert sonur Guðs brúkar tað, nærmast innførir tað, (mat.5,22-29; 10,28. 18,9. 23,15-33. (Jak.3,6 nevnir tað)  

Eitt meira ræðandi dømi finst sum eingin mætari enn Guðs sonur boðar okkum frá í Luk.16, har ein deyður letur eyguni upp í deyðsríki og inniliga biður um vatn so hann kann drepa ytsta liðin í vatn og leska tungu sína, tí sigur hann, eg pínist svárliga í hesum loga, men har tykist einki at gera, sambært Àbraham, men sigur hin píndi læt brøður mínar fá hetta at vita, so teir ikki skullu koma higer, heldur ikki tað tóktist at hjálpa. Tíðin sum boðbera var eisini av.

Tann støða ein hevur til orð Guð, sonin og heilaga andan, er hin sama vit hava til hansara.

Jóhannes M. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo