Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Ríðisamband Føroya: Aftaná at hava ligið aftanfyri mestsum allar 250 metrarnar, eydnaðist tað Onnu og Freyr at vinna á sjálvari málstrikuni.

Sum vant gjørdist kappríðingin við Leynavatn sera jøvn. Stutta og sermerkta breytin leggur upp til, at riðlarnir gerast javnir og harvið spennandi. So var eisini í ár. Hóast luttøkutalið í tvíspor kundi verið frægari, fingu mongu áskoðarirnir ein sera góðan og undirhaldandi seinnapart við Leynavatn.

Serliga kappingin í Tvíspor vaksin var sera spennandi.

Føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Hans Paula Poulsen var í næstseinasta riðli og vann eftir ein spennadi tvídyst móti Urd við Geir Wardum á baki.

Tíðin teimum var tó ikki betri enn næstbest, so nú var lagt upp til, at rossini í seinasta riðlinum skuldi dystast um fyrsta plássið. Tey vóru Marengo við Regin Johannssen á baki og Freyr við Onnu Magnussen.

Hesi bæði rossini vóru eisini tey, sum alt seinasta ár dystaðust við Svonnu um FM.

Riðilin gjørdist eisini sera spennandi. Marengo fekk ein kanónstart og sá út til at skula kunna taka sigurin, men Freyr gav ikki upp, og sum teinurin leið, vant hann seg inn á Marengo, fyri síðani seinastu 20 metrarnar at gera ein ordans vørr og yvirhála Marengo og vinna bæði riðil og kappingina á degnum.

Freyr og Anna Magnussen eru úr Lamba, og er tað sjálvsamt at ross úr Eysturoynni vinna FM kappingar. Hetta er tó hugaligt og gott fyri ítróttina.   

Freyr átti tó ikki bestu tíðina hendan dagin: hana áttu Silfa og Ása Bárðadóttir úr Tórshavn. Tey luttóku í Tvíspor ung, og var teirra tíð eitt hálvt sekund betri enn tíðin hjá Freyr. Tey vunnu Tvíspor ung, har Ranja K. Halsdóttir Djurjhuus á Blíða gjørdist nummar tvey og Hanna Sigtórsdóttir á Píl nummar trý.

Skeiðkappingina vann Bárður Johannessen á Syrpu, Brandur í Dali á Sinu var nummar tvey og Rógvi S. Holm á Tyrlu nummar trý. Trav vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki. Nummar tvey var Freyr og Birita Lútzen og nummar trý Lotta og Kristina M. Fjallstein.  Aftaná FM kappingina varð skipað fyri stuttleikakapping - hana vann Silja Geirsdóttir Eystberg á Urd. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo