Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fríða Petersen er fødd í 1970, uppvaksin og búsitandi í Fuglafirði. Hon er útbúgvin ergoterapeutur og arbeiðir til dagligt í Roðanum í Eysturoynni.

Hon hevur eisini arbeitt í sjúkrahúsverkinum og í 12 ár innan skúlaøkið við næmingum við autismu.

Harafturat er hon virkin í hjálpararbeiði í menningarlondum, har hon eisini situr í nevnd í føroyskum felagsskapi, og hevur eisini stóran áhuga í mentan og tónleiki. Hetta eru økir, sum Fríða serliga brennir fyri.

- Tær vælferðartænstur, vit hava, skulu røkka øllum í okkara samfelagi. Serliga teimum, sum eru sálarliga ella likamliga skerd, og teirra avvarandi. Tað skal ikki vera aldurin sum avgerð hvørja tænastu borgarin fær, men tørvurin hjá tí einstaka og hansara/hennara avvarðandi, sigur Fríða Petersen.

Hon stillar upp, tí hon vil gera mun, varðveita og menna góða og menniskjasliga vælferðarsamfelag okkara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo