Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Fríggjadagin 10. mai kl. 10 verður kunngjørt, hvørjir vinnararnir av kappingini Ársins Vitanarfróðu 2018-19 eru. Hetta verður á Torginum í SMS.

Fyrst fara allir luttakararnir í kappingini at fáa hvør sína gávu. Talan er um umleið 100 skúlanæmingar. Síðani fer dómsnevndin at fortelja eitt sindur um kappingina og so verður kunngjørt, hvør hevur vunnið kappingina í ár.

Aftaná bjóðar SMS frukt og okkurt at drekka.

Um kappingina

Nám og Granskingarráðið hava á øðrum sinni skipað fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu, sum er kapping fyri skúlaflokkar. Kappingin er skipað við íblástri og loyvi frá norsku kappingini Årets Nysgjerrigper, sum hevur verið skipað í fleiri ár. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.

Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu er í seks stigum:

- Hetta undrist eg á
- Hví er tað so
- Legg eina ætlan
- Savna upplýsingar
- Hetta eri eg komin fram til
- Sig øðrum frá

Hesa arbeiðsgongdina skuldu næmingarnir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skuldi latast Granskingarráðnum í seinasta lagi 11 apríl.

11 frágreiðingar í kappingini

11 bólkar frá trimum skúlum sendu okkum frágreiðingar. Hetta halda vit er sera gott. Vit vita, at onkrir flokkar afturat hava arbeitt við hesum arbeiðsháttinum, uttan at senda tilfar til kappingina. Tað er eisini fínt.

Bólkarnir, sum hava sent inn, eru:


Bólkur 1 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Á hvønn hátt er dreparasnigilin eitt skaðadjór.”

Bólkur 2 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Hvat kann man gera fyri at minka um talið á skógarmottum í Føroyum?”

Bólkur 3 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Flatmaðkur.”

Bólkur 4 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Kann man kalla eiturkopp fyri skaðadjór.”

Bólkur 5 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Kunnu vit sleppa av við silvurfiskar.”

Bólkur 1 úr 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví er tað summi børn, sum ikki vaksa?”

Bólkur 2 úr 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”

Bólkur 1 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví var Maria vald at vera mamma at Jesusi?”

Bólkur 2 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví hava vit jólatræ?”

Bólkur 3 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hvar býr jólamaðurin?”

Bólkur 1 úr 5. flokki í Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Vigar luft nakað?”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo