Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Seinastu tríggjar mánaðirnar eru fimm turistar druknaðir á Maldivunum, skrivar TTG Asia.

Í desember druknaðu ein tjekkiskur og koreanskur turistur tætt við resortini, har teir búðu.

Í januar doyði ein russiskur turistur á kavaratúri, umframt at eitt filippinskt par druknaði.

Hesar hendingarnar hava fingið landsins myndugleikar til at rópa varskó, og hava myndugleikarnir kravt at alt viðvíkjandi trygdini verður kannað. Ferðavinnuráðharrin, Ali Waheed, boðar frá at stjórnin fer at hava neyvari eftirlit á hotellunum og resortunum, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo