Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nes kommuna: Í fjør samtykti bygdaráðið uppíbygging og dagføring av frítíðarskúlanum á Brekkukletti, og at byrja fyrireikingarnar. Fuglark hevur ráðgivið kommununi í fyrireikingini og hevur projekterað og staðið fyri útbjóðingini, sum var innboðin.

Fuglark og teirra fakráðgevar hava gjøgnumgingið innkomnu tilboðini, eisini við atliti til sparingar. Fuglark mælti Nes kommunu til at taka av teimum lægstu tilboðunum, sum eru innkomin, og tað hevur bygdaráðið samtykt.

Hesir arbeiðstakarar koma at standa fyri byggingini:

Umframt omanfyrinevndu tilboð skal leggjast afturat kostnaðinum: Projektering og ráðgeving, innbúgv, meir- og minniveitingar; meirynskir, prís- og lønarvøkstur og kommunu-mvg.

Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til frítíðarskúlan og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Fermeturkostnaðurin er kr. 22.883, men tá er stovan í 1. hædd ikki liðug innrættað. Við innrætting av tí stovuni eisini, er fermeturkostnaðurin mettur til kr. 23.742.

Harumframt verða broytingar og ábøtur gjørdar á verandi frítíðarskúla og uttanumøki fyri tkr. 507.

Kostnaðarmeting pr. 22.11.2018 var tkr. 11.181. Sambært innkomnu tilboðunum, er samlaði kostnaðurin nú mettur til tkr. 11.697.

Arbeiðið byrjar í summar og skal eftir ætlan verða liðugt um eitt ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo