Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Danmark frá 4. til 10. august.

Hópurin hevur seinastu dagarnar vant regluliga á Tórsvølli, umframt at ein venjingardystur hevur verið á skránni.

Undir venjingini týsdagin fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Áka Johansen. Hann letur væl at fyrireikingunum, og kemur eisini eitt sindur inn á, at leisturin til NM-kappingarnar er broyttur eitt sindur.

Tríggir dystir verða á skránni, og lagt verður fyri sunnudagin 4. august, tá Norra er mótstøðuliðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo