At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Mítt tastatur

Fyri tveimum árum síðan setti landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ein fyrrverandi starvsfelaga og vinmann úr landsbankanum, við ongum leiðsluroyndum yvirhøvur, sum stjóra á Hagstovu Føroya, og úrslitið hevur verið hareftir.

Hagstovan hevur undir hesum stjóranum verið merkt av drúgvum sjúkrameldingum, og fleiri lyklapersónar, við drúgvum royndum, hava valt at takka fyri seg og hava sagt seg úr starvi á Hagstovuni.

Avleiðingin er at vit hava ongan tjóðarroknskap í føstum prísum og seinasti tjóðarroknskapurin í leypandi prísum eru frá 2015, eins og gjaldsjavnauppgerðin er fleiri ára gomul, og restin er meira og meira veruleikafjarðar gitingar, møsn og fantasi frá hagstovustjóranum um BTÚ og bruttotjóðarvøkstur.

Vit ána tí í veruleikanum ikki, hvussu tann føroyski búskapurin flýtur.

Til samanberingar kann nevnast, at týska uppgerðin fyri BTÚ tølini í 2. ársfjórðingi 2018, vórðu kunngjørd 24. august 2018, tað eru 55 dagar eftir at ársfjórðingurin endaði.

Føroyska støðan er fullkomiliga ábyrgdarleys í einum búskapi, sum kókar, men í síni avmakt yvir ikki at megna at stjórna Hagstovuni og levera vøruna, hevur hagstovustjórin heldur valt, eins og Landsbankin, at koma við einum jøvnum streymi av djúpt manipulerandi tíðindaskrivum í góðum norðurkoreanskum stíli, við teimum tølum, ið liggja við hondina og eru lættast at útvega, men á ongan hátt kunnu fornerma okkara stóru leiðarar.

Eitt tað feskasta dømi er uppgerðin av føroyska vøruhandilsjavnanum fyri 2018, sum minkaði við 1,2 mia. kr.

Fyri ikki at skaða politikkin hjá hesi samgonguni, og serliga fiskivinnupolitikkin, so valdi Hagstovan at vinkla tíðindaflutningin um stóra fallið í vøruútflutninginum í 2018 soleiðis, at stóra fallið í vøruútflutninginum varð so væl ballað inn, at tað næstan ikki kom fram í tíðindunum frá Hagstovuni.

Fyrst kom eitt tíðindaskriv um, at stórur vøkstur framvegis er í innflutninginum av tilfari og útgerð.

Tríggjar vikur seinni kom so aftur eitt tíðindaskriv, har Hagstovan kunngjørdi, at nú er vøruútflutningurin spakuliga byrjaður at vaksa aftur.

Hagstovan royndi heilt tilvitað at dylja veruleikan um stóra fallið í vøruútflutninginum, tí tað kundi sjálvandi skaða uppskotini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur liggjandi í Løgtinginum.   

Tá ið tað kemur til Landsbankan, so er tað heilt tragikomiskt, hvussu illa Landsbankin hevur klárað at manipulera við sínum tíðindaskrivum, tá hugsað verður um, at landsbankastjórin er fyrrverandi tíðindafólk í sjónvarpinum, sum harafturat hevur sett eitt samskiftisfólk at hjálpa sær við at manipulera og framleiða propaganda fyri hesa samgonguna.

Fyrst kom eitt tíðindaskriv um at Moody's viðmælti kvotaskipanina hjá hesi samgonguni, men hetta vísti seg at vera beinleiðis skeivt, eftir at búskaparfrøðingur hevði spurt seg fyri hjá Moody´s.

Seinni kom eitt tíðindaskriv um at føroysku húsarhaldini eiga meira á bók enn tey skylda.

Enn einaferð undirmetti Landsbankin vanligt vit og skil hjá Føroya Fólki.

Hetta tíðindaskrivið var eisini djúpt manipulerandi og skeivt, tí Landsbankin hevði valt ikki at taka realkreditlánini við.

Landsbankastjórin var foyur og lovaði at koma við einari rætting.

At billa Føroya Fólki inn, at hesir stovnar eru óheftir, er at halda Føroya Fólk fyri spott, og tað er helst við at ganga upp fyri teimum flestu, at tað er heilt galið við hesum báðum stovnum, sum einki trúvirði hava yvirhøvur.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo