Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Fulltrúi á lønardeildini

Sum fulltrúi á lønardeildini fært tú góðar møguleikar fyri menning og sleppur at brúka tína fakligu vitan innan arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

• ráðgeva almennum arbeiðsgevarum í arbeiðs- og setanarrættarligum spurningum

• fyrireika og luttaka í sáttmálasamráðingum hjá landinum

• málsviðgera og tulka sáttmálar

• viðgera ósemjur millum sáttmálapartar

• tryggja holla vegleiðing og kunning um starvsfólkaviðurskifti

Fulltrúi í fíggjarmálum

Sum fulltrúi í fíggjarmálum kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

• ráðgeva landsstýrisfólkinum og aðalstjóranum

• ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum innan fíggjar-, roknskapar- og

grannskoðanarmál

• luttaka í at tilevna fíggjarlógaruppskot, eykajáttanaruppskot og uppskot til

játtanarkarmar

• tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv á málsøkinum

• gera uppskot til svar upp á fyrispurningar úr løgtinginum

Umsóknarfreistin er 11. apríl kl. 16.00.

Lesa meira á www.fmr.fo/starv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo