Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Tekstlýsingar

Ert tú tann vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Starvið
Tú kemur at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:
- ráðgeva landsstýrisfólkið og aðalstjóra
- ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum
- tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv á málsøkinum
- gera uppskot til svar uppá fyrispurningar úr løgtinginum

Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan búskap, løgfrøði, grannskoðan, stjórnmálafrøði ella ein samanseting av hesum. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú hevur vitan og arbeiðsroyndir innan økir hjá Fíggjarmálaráðnum.

Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:
- innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting
- góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga
- at tú megnar at arbeiða undir ávísum trýsti og
- dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt í mun til útbúgving og royndir eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsókn:
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo. 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2020. Starvið verður sett skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra á 502085

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo