Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Einir 20.000 skotar tóku lut í einum friðarligum tiltaki í Glasgow í dag til frama fyri skotskum fullveldi.

Leiðarin í skotska tjóðskaparflokkinum SNP, Nicola Sturgeon, segði, at Skotland nú er nærri fullveldinum enn nakrantíð.

Hon ætlar at biðja London um loyvi til at hava enn eina fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi.

- Tjóðartingsvalið 12. desember er týdningarmesta val í okkara livitíð. Vit mugu møta upp í stórum tali og atkvøða fyri okkara landi, segði hon frá talarastólinum.

Fólkaatkvøða var í Skotlandi í 2014. Tá vóru 55% ímóti fullveldi. Men tá atkvøtt var um Brexit í 2016 vildu 62% av skotum verða verandi í ES. Tí halda nógv, at var fólkaatkvøða um loysing frá Bretlandi nú, so hevði fullveldisvongurin vunnið valið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo