Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Eftir tvey ára leiting hava kanningarfólk undir leiðslu av GEUS umsíður funnið avgerandi motorpartin, sum vónandi fekk givið eitt svar á spurningin, hví eitt Air France flogfar av slagnum A380-800 misti ein motor í 2017.

Óhappið hendi yvir innlandsísinum tann 30. september undir eini flúgving úr París til Los Angeles, tá tey 497 ferðafólkini og tey 24 av manningini brádliga hoyrdi ein hvøllan brest sum síðan gav ristingar. Síðani sást at ein stórur partur av motori nummar 4 - tann uttasti á høgru síðu - var horvin.

Síðani leitingin byrjaði eru funnir 34 partar, men ikki tann seinasti og avgerandi parturin, tann sokallaði fan hub. Tað er tann parturin sum heldur teimum 24 bløðunum. Og júst hesin parturin er týðandi í at finna eina frágreiðing, metir franska kanningarnevndin.

Men tann 23. mai í ár bippaði metaldetektorurin hjá kanningarleiðaranum Ken Mankoff.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo