At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

Fyrstu dystirnir í Futsal, kappingarárið 2017-2018, verða spældir í Klaksvík 4. og 5. november

FSF: Vikuskiftið 4. og 5. november verður skjøtin setttur á Futsal-kappingina 2017-2018. Fyrsta umfarið í komandi kapping verður í Klaksvík, og verða tað Dreingir U14 og U16, ið leggja fyri.

Byrjað verður leygarmorgunin 4. november klokkan 09:00, og síðani verður spælt til umleið klokkan hálvgum átta um kvøldið. Sunnudagin verður fyrsta spark klokkan 13:30, og sambært skránni verður spælt til klokkan 19:00.

Skráin sæst her

Dreingir U14 (Bólkur A og B)

Dreingir U14 (Bólkur C og D)

Dreingir U16 (Bólkur A og B)

Leikskráirnar fyri Gentur U12, U14 og U17, og Dreingir U12 verða lagdar á heimasíðuna skjótast tilber.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo