Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

- Eg kann ikki gera eina kanning av nøkrum sum eg ikki veit um, segði samferðsluráðharrin við Útvarpið, og upplýsti samtíðis at hann seinnapartin í dag klokkan 15 hevði sett eina kanning í verk sum grannskoðaravirki skal standa fyri.

Sambært innliti hjá Kringvarpinum, so liggja fyri 30,9 milliónir krónur í ógoldnum rokningum til nakrar 40 fyritøkur í Mentamálaráðnum. Rokningar heilt aftur til 2015.

Heðin Mortensen segði seg ikki hava heimild at hava eftirlit við tí fíggjarliga viðvíkjandi Glasir, tí tað liggur undir Mentamálaráðnum, men nú skal so tann fíggjarligi parturin kannast kortini.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo