Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Mest lisna greinin á íslendska miðlinum DV, er ein viðmerking hjá Birgir Örn Guðjónsson, sum hann kallar "Fyrigev okkum Birna".

Takk Birna fyri at tú vísti okkum, at vit eru ein stór familja.
Takk Birna fyri at tú lærdi okkum at vit eiga at hava umsorgan fyri okkara brøðrum og systrum.
Takk Birna fyri at tú vísti okkum at kærleiki sameinur okkum.
Takk Birna fyri alt tú lærdi tjóð okkara.
Takk Birna.
Takk.

Fyrigev okkum Birna at lív títt var stjolið.
Fyrigev okkum Birna at tín framtíð var rænd.
Fyrigev okkum Birna at tú kundi ikki ganga trygt heim til hús.
Fyrigev okkum Birna at vit ikki ansaðu eftir tær.
Fyrigev okkum Birna.
Fyrigev okkum....

Les viðmerkingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo